top of page

Væl vitjaður foreldrafundur

Í gjárkvøldi var tann stóri felags foreldrafundurin í B36. Undirtøkan var sera góð, við eini 150-200 luttakandi foreldrum. Fundurin varð hildin í felagshølunum í Skúlanum á Fløtum.

Á fundinum kunnaði ungdomsnevndin um ymisk praktisk viðurskifti kring felagið, viðvíkjandi venjing, kappingum og ungdómshølunum í B36 húsinum. Jan M. Laursen hevði síðan ein áhugaverdan fyrilestur um børn, ítrótt og foreldraleiklut. Til seinast varð farið út í bólkar, har venjararnir á teim einstøku árgangunum kunnaðu um ítøkilig viðurskifti, eins og møguligt var hjá foreldrunum at seta spurningar.

Ungdómsnevndin takkar fyri áhugan og ynskir øllum eitt gott kappingarár.


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page