top of page

Rói hevur skrivað undir

20 ára gamli Rói Hansen hevur skrivað undir sáttmála fyri 2024. Lámi verjuspælarin hevur spælt fyri barndómsfelagið øll ungdómsárini, og seinastu árini hevur Rói verið fastur fúsur á okkara næstbesta liði.


Góðu fótbóltsevnini og stóra B36-hjartað kunnu ikki sigast at koma frá fremmandum. Bæði pápi hansara, Jens Kristian Hansen, og pápabeiggi hansara, Tummas Eli Hansen, hava verið drúgvir og trúgvir bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin, og mamman, Frida Mellemgaard, hevur eisini tikið mong tørn fyri felagið.


Hjartaliga til lukku við sáttmálanum, Rói!



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page