top of page

Venjaratoymið komið upp á pláss

Venjaratoymið komið upp á pláss


Góðir gamlir kenningar og nøkur nýggj andlit eru í toyminum, sum undir leiðslu av Dan Brimsvík fer í gongd við komandi kappingarár


Tað er nú greitt, hvussu venjaratoymið kring besta manslið okkara sær út í 2021.

Høvuðsvenjari er Dan Brimsvík, sum í heyst skrivaði undir sáttmála til og við 2023.

Afturat sær hevur Dan nú sett samlaða venjarahópin, og her eru fleiri kend andlit, umframt at nýggjur íblástur eisini er at síggja.

Hjálparvenjarar eru John Petersen og Róaldur Jakobsen, sum báðir hava drúgva fortíð her hjá okkum. John var eisini partur av venjaratoymi okkara í 2011, meðan Róaldur fyri fyrstu ferð fekk seg royndan sum venjara í fjør.

Fysiskur venjari verður Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sum einamest man vera væl kendur úr føroyska kappróðrarumhvørvinum, umframt at hann var stovnari av Full Power í Klaksvík. Eisini verður Tórur Sjúrðarson knýttur at fysisku venjingunum í felagnum. Tórur hevur nomið sær útbúgving innan fysiska venjing.

Seinasti brikkurin í puslispælinum er Hans Jørgensen, ið tekur við sum málmansvenjari. Hans vardi málið hjá okkum í 2019, og eftir at hann ikki tókst við fótbólt í ár, verður hann nú at síggja uttan fyri hvítu strikurnar hetta kappingarárið.



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page