top of page

Stóðu favorittunum kurl

KÍ varð skert til tíggju undan steðginum, tá teir máttu brúka neyðbremsuna, men framvegis var talan um intensan dyst, har eingi mál tó komu



Tað var ein styrkisroynd av teimum heilt stóru, tá KÍ vitjaði í kvøld.

FM-spurningurin er at kalla avgreiddur, og við ræðandi hagtølum ætlaðu gestirnir helst, at hesa ferð skuldu teir eisini vinna trygt.

Men soleiðis bleiv tað als ikki. Dan hevði valt eina heldur øðrvísi uppstilling við trimum miðverjum, so vit kundu standa ímóti væntaða trýstinum, og har vit í stóran mun dúvaðu upp á kontra, har Martin, Hannes og afturvendi Pingel skuldu syrgja fyri ferðini.

Og hetta eydnaðist til fulnar. KÍ trýsti høgt og væl, og onkra tíð var talan um spentar støður í okkara brotsteigi. Ta einu ferðina brast bólturin enntá í stólpan, áðrenn hann kom í favnin á Mattiasi, men hinvegin vóru vit avgjørt ikki sørir.

Fleiri feðir komu vit væl ígjøgnum í vinstru, og bert seinasti neyvleikin restaði, áðrenn stóri møguleikin beyðst, og størsta møguleikan av øllum fingu vit, tá Pingel musklaði mótstøðumann vekk, áðrenn hann legði flatt til Benjamin, sum onkursvegna heilkiksaði.

Løtu seinni var aftur galið í KÍ-verjuni. Vit vunnu umstilling, og tá Hannes varð leysur, kom Kronberg grøvandi, og so var reyða kortið einasta rættvísa revsingin.

Tað broytti dystin, men eftir steðgin megnaðu vit tó sjáldan veruliga at vísa, at vit vóru ein maður í yvirtali. Hóast trýstið frá KÍ ikki longur var tað sama, so megnaðu vit heldur sjáldan at spæla okkum til røtt støðurnar, og heldur gjørdist talan um innlegg, sum ikki vóru nóg neyv.

KÍ beit eisini frá sær, og onkra tíð var nær við. Men lukkutíð eiga vit í Mattias ein góðan skansa, sum tók tað, sum takast skuldi, tá onkur innlegg frá Árna & co. høvdu hug at gerast dekan ov næsk.

Innskifti Hugin var nær við ta einu ferðina, men veruliga opni møguleikin kom tó ikki, og so vísti talvan tað sama við enda sum við byrjan, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.

Javnelikurin var helst í lagi, men sjálvandi kunnu vit iðra okkum um, at yvirtalsstøðan ikki varð gagnnýtt. Hinvegin vístu okkara menn, at suverena oddaliðið ikki er púrasta ”untouchable”, og tað ber væl eisini boð um, at vit avgjørt eiga nógv gott í væntu, tá seinna hálva fer ígongd.


B36-KÍ 0-0

B36: Mattias Lamhauge – Lukas Enevoldsen, Andrias Eriksen (Andrass Johansen, 66.), Bjarni Petersen – Ragnar Samuelsen, Magnus Holm Jacobsen (Hugin Samuelsen, 82.), Benjamin Heinesen, Mathias Thrane, Martin Agnarsson (Alex Mellemgaard, 75.) - Hannes Agnarsson, Sebastian Pingel

Gult kort: Magnus H. Jacobsen, Mathias Thrane, Ragnar Samuelsen

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page