top of page

Stóð heilt nógv á

Tvey mistøk tóktust kosta okkum heilt nógv móti EB/Streymi. Men í evstu løtu fingu vit lønina fyri áhaldandi trýstið



Tað tóktist leingi verða ein av hesum døgunum, har alt gekk ímóti.

Móti EB/Streymi settu vit okkum annars á dystin frá fyrsta bríksli, og tó at opni møguleikin ikki vildi koma, so tóktist hetta bert vera ein spurningur um tíð.

Tá møguleikin kom, var tað tó hinvegin. Benjamin var ikki nóg neyvur í avspælinum, og tá eingin var á miðvøllinum at forða fyri kontraálopum, kundi Bárður Olsen neyvt senda djúpt til Gutta Dahl-Olsen, sum snaraði sær á, áðrenn hann langaði bóltin í netið.

Hetta var ein vátur vøttur, men tó eingin vanlukka. Framvegis stýrdu vit spælinum, og næsta málið tóktist mest sannlíkt koma til okkum, áðrenn næsta mistakið brádliga kostaði. Hesa ferð var Andrias ikki nóg ansin, og so vann Gutti bóltin av honum, áðrenn hann sendi framvið Mattias, sum var komin úr málinum í eini roynd at forða óhepnu støðuni.

Tað stóð einki til hesa løtuna, men á vøllinum varð framvegis roynt at trýsta. Tað gav úrslit, tá Bjarki kom í gjøgnum í vinstru, og so kroysti Uros verjuspælara somikið nógv, at talan bleiv um sjálvmál.

Tað kundi eisini verið enn betri beint undan steðginum, men dómarin valdi ikkiat bríksla, tá Thrane varð feldur í brotsteiginum.

Eftir steðgin var sama støðan. Vit høvdu bóltin og royndu at trýsta, meðan gestirnir mest sum einvíst royndu at verja og annars at dríggja sær tíðina. Trýstið bara vaks, og tá Árni Arge fekk sítt seinna gula kort, roknaðu tey flestu við, at nú gjørdist tað heila ov nógv fyri teir blá/svørtu.

Men ólukkutíð varð manntalið javnstillað bara minuttin eftir. Uros lat seg provokera, og so varð hann eisini sendur undir brúsuna.

Tíggju móti tíggju vóru tað framvegis vit, sum høvdu takið, og tað var ikki annað enn uppiborið, tá Hannis javnaði við góðum vinstrabeinsskoti av brotsteigarmarkinum.

Og tað bæði kundi og skuldi blivið til meira. Men tað tóktist tó, sum vóru marginalarnir ikki við okkum. Hannes varð púrasta klárt hildin til eitt reytt kort, tá hann varð stungin inn um verjuna, men tað kostaði einki fyri verjuspælaran. Heldur ikki fingu vit brotsspark, tá Andrass varð feldur av málverjanum, og so tóktist alt bara at renna burtur í frustratiónum. Spælarar royndu tó støðugt sítt, og tá einir fimm av teimum fýra minuttunum, sum dómarin hevði lagt afturat, vóru farnir, sneiddi Bjarki inn í brotsteiginum, Hesa ferð floytaði dómarin, tá beinini vórðu tikin undan kantinum, og so fekk Alex møguleikan. Hann plagar at vera tryggur, og tað var hann aftur hesaferð, og so var fagnaðurin ovurstórur. Og eitt gult kort fyri at skræða troyggjuna av sær skal verða honum fyrigivið.

Sigurin var alneyðugur í okkara royndum at vera partur av oddinum, og so løgdu vit vertin í, at gestirnir ikki vóru serliga nøgdir. Tað er kanska til at skilja, men veruleikin er eisini, at vit áttu sigurin so ruddiliga uppibornan á degnum. Eisini hóast vit gjørdu tað heldur trupult fyri okkum sjálvar.


B36-EB/S 3-2 (1-2)

0-1: Gutti Dahl-Olsen, 16.

0-2: Gutti Dahl-Olsen, 23.

1-2: sjálvmál, 39.

2-2: Hannes Agnarsson, 67.

3-2: Alex Mellemgaard, 90.


.)B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas Enevoldsen (Bjarni Petersen, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Ragnar Samuelsen (Martin Agnarsson, 66.), Mathias Thrane – Bjarki Nielsen, Andrass Johansen, Hannes Agnarsson – Uros Stojanov

Gult kort: Alex Mellemgaard

Reytt kort: Uros Stojanov




Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page