top of page

Stigini komu til høldar

Tað sá ikki altíð líka vakurt út, men hóast heimaliðið í løtum trýsti, so tóku vit týdningarmiklu stigini við okkum av Svangaskarði


Vindurin kendist væl og virðiliga, tá vit í dag fóru undir útidystin móti B68, sum fyrr í ár hevur argað okkum.

Ta ferðina – á Tórsvølli – var tað eitt B68 í støðugari verjustøðu, sum royndi at frustrera okkum, men tann leikluturin var als ikki tann sami hesaferð.

Tí B68 vildi spæla við, og hóast vit høvdu lotið undan í fyrra hálvleiki, so hendi tað seg meira enn so, at toftamenn vóru í okkara brotsteigi.

Yvirvágin var tó til okkum, men brádliga hevði Steffan Løkin lagt B68 á odda, eftir at hann stóð leysur við handara stólpa.

Tað kundi givið okkum nakað av nervum, men lukkutíð gekk skjótt at fáa alt í rættlag aftur – og meira enn tað.

Bjarki var í tveimum førum maðurin, sum fekk bóltin í netið. Fyrru ferðina við fløtum skoti úr vinstru, og seinnu ferðina við stútara, sum heimamálverjin helst skuldi hildið burtur frá málinum. Og tá Tobias eftir snilt forarbeiði økti til 3-1 beint undan steðginum, kendu vit okkum nakað lættari.

Eftir steðgin skuldu vit alt fyri eitt økt um leiðsluna, men bæði Hannes og Bjarki kiksaðu sínar skotroyndir, og so gjørdist tað eitt sindur spennandi, hóast vit hildu fast um tvey-mála leiðsluna.

Eina góða løtu høvdu gestirnir eitt tungt trýst á okkum, og ta einu ferðina mátti Thrane bjarga á strikuni. Men hinvegin høvdu vit eisini møguleikar at lukka dystin, men hóast sera góðar kontrastøður, eydnaðist tað ikki.

Gassið fór tó spakuliga av ballónini hjá heimaliðnum, og seinasta korterið av dystinum var sjáldan veruligur vandi á ferð. Onkrar skotroyndir vóru, men tær hevði Mattias fult tamarhald á.

Sigurin sendi okkum heilt nær teimum europisku sessunum, og so ræður um at halda fast í góðu gongdini, tá vit komandi leygardag skulu á vitjan hjá EB/Streymi.


B68-B36 1-3 (1-3)

1-0: Steffan Løkin, 24.

1-1: Bjarki Nielsen, 30.

1-2: Bjarki Nielsen, 40.

1-3: Tobias Christensen, 45.


B36: Mattias Lamhauge – Ragnar Samuelsen, Lukas Enevoldsen, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Hugin Samuelsen (Bjarni Petersen, 83.), Mathias Thrane – Martin Agnarsson, Tobias Christensen (Magnus Holm Jacobsen, 66.), Bjarki Nielsen, (Jóhann H. Joensen, 81.) - Hannes Agnarsson



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page