top of page

Spælarar venja U17 dreingir

Í B36 leggja vit stóran dent á at skapa eitt mennandi ungdómsumhvørvi, har øll kenna seg væl og tað er stuttligt at vera. Vit fegnast tí um, at hetta sæst aftur á vøllinum, har nógv ung vilja vera partur av B36-umhvørvinum. Hópurin hjá U17 dreingjum er ein tann størsti í mong ár, og er tí eitt gott tekin um hetta. Av somu orsøk hevur B36, sum einasta felag í landinum, tvey lið við í landskappingini. Til at standa fyri venjingini hjá okkara evnagóðu U17 ungómsspælarum hava vit í ár sett nakrar aktivar spælarar úr Betri hópinum. Hesir eru Lukas Enevoldsen, Mathias Thrane og Eli Falkvard Nielsen. Til at hjálpa sær hava teir fingi¨Johnny Samuelsen, sum hevur drúgvar venjararoyndir í B36. Landskappingin hjá U17 dreingjum er byrjað, og bæði liðini spæla hetta vikuskiftið, ávíkavist í Gundadali sunnudagin og á Argjum leygardagin.

Á myndini eru frá vinstru: Johnny Samuelsen, Eli Falkvard Nielsen, Mathias Thrane og Lukas Enevoldsen.

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page