top of page

Skarprættarin Dalügge

Millum mongu sannførandi avrikini á Svangaskarði seinnapartin var nýkomni Zean Peetz Dalügge millum teir mest eyðsýndu. Tvær ferðir var danski álopsspælarin ivaleysur, tá hann kom í góða skotstøðu, og hann átti eisini uppleggið, tá Marius Kryger Lindh økti um leiðsluna stutt eftir steðgin.


- Eg eri sera fegin um at hava fingið mínar fyrstu 90 minuttir í hvítu troyggjuni, og tað kennist sjálvandi væl, at eg var við í øllum trimum málunum, sigur tvífaldi málskjúttin við 11-talinum á bakinum.



Dalügge kom til Føroya úr Vendsyssel fyri góðari viku síðan, og fyrstu dagarnir her hava verið góðir.


- Fólkini hava tikið væl ímóti mær, sum ger tað lættari at koma upp á pláss, sigur hann.



20 ára gamli Dalügge hevur sett sær greið mál fyri hetta kappingarárið. Saman við liðfeløgunum vil hann kappast um føroyameistaraheitið og sleppa undir eitt spennandi ævintýr í Evropa. Persónliga miðar hann eisini eftir at skjóta nógv mál.


- Helst so nógv, at eg endi ovast á máltindinum eftir 27 dystir.


Myndir: Álvur Haraldsen, in.fo


B68 - B36 0-3 (0-1)

0-1 Zean Dalügge (6.)

0-2 Marius Kryger Lindh (48.)

0-3 Zean Dalügge (74.)

Liðið: Bjarti Vitalis Mørk - Jann J. Benjaminsen, Thomas Lillo, Vilmer J. Rønnberg, Magnus Egilsson (Rani í Soylu, 86.) - Jelle van der Heyden, Mattias Hellisdal (Símun Sólheim, 75.), Andrass Johansen (Gutti Dahl-Olsen, 80.) - Marius Kryger Lindh (Hannis Agnarsson, 75.), Zean Dalügge, Bjarki Nielsen

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page