top of page

Sabala er glóðheitur

Valerjis Sabala var aftur eyðsýndur um vikuskiftið, tá ið hann skeyt avgerandi málið í heimasigrinum á EB/Streymi. Tað hevur eisini hilnast væl við málskjótingini seinastu vikurnar. Byrjanin var heldur tvørlig, men nú hevur málsøkni framherjin úr Lettlandi skotið seks mál seinastu sjey dystirnar.


- Leikliga kom eg kanska heldur illa frá byrjan í ár, men nú gongur frægari. Tað snýr seg kortini framvegis um hjá mær at stríðast fyri møguleikanum, og tað geri eg fegin. Hetta er eitt gott felag við góðum umstøðum hjá spælarunum at mennast, og kappingin um plássini er eisini hørð, sigur hann.


28 ára gamli Sabala hevur fjølbroyttar royndir sum fótbóltsspælari. Bara 15 ára gamal spældi hann í bestu deildini fyri barndómsfelagið Daugava Riga og varð skjótt umrøddur sum eitt av bjartastu stjørnuskotunum í lettiskum fótbólti. Árið eftir flutti hann til Olimps, har hann spældi eitt kappingarár og skeyt síni fyrstu seks mál í vaksnamannafótbólti. Stóra frambrotið fekk Sabala í Skonto Riga, har hann skeyt 28 mál í 77 dystum. Hann varð kosin ársins stjørnuskot í heimlandinum, samstundis sum hann spældi sínar fyrstu landsdystir fyri Lettland.


20 ára gamal flutti hann til belgiska Club Brugge, men har slapp hann ongantíð framat. Meðan hann var sáttmálabundin í Brússell, fekk hann leigusáttmála í Anorthosis Famagusta á Kýpros, FK Jablonec og Viagem Príbram í Kekkia, Miedz Legnica í Póllandi, Dunajská Streda í Slovakia og Riga í Lettlandi. Hesi árini spældi hann 53 landsdystir og skeyt 13 mál fyri Lettland. Tveir av landsdystunum vóru ímóti Føroyum í 2016 og 2017.


Eftir nøkur ár í Póllandi, Litava og Rumenia flutti hann til Klaksvíkar í fjør. Har fekk hann lutfalsliga lítla spælitíð, men skeyt sjey mál.


- B36 setti seg í samband við meg í vetur, og vit komu ásamt um treytirnar. Eg hevði hoyrt nógv gott um felagið, sum var ein høvuðsorsøk til, at eg skrivaði undir, sigur hann.



Arbeiðssetningurin hjá honum og liðfeløgunum er nú at vinna í Fuglafirði um vikuskiftið, áðrenn farið verður undir fyrireikingarnar til ársins evropeiska ævintýr.


- Vit droyma allir um at standa okkum væl í Evropa, og eg vænti eisini, at vit kunnu røkka einum góðum úrsliti.

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page