top of page

Miðverjutornið Vilmer

Vilmer Rönnberg hevur sum miðverji verið ein av berandi kreftunum á liðnum í ár. Hann hevur higartil spælt allar dystirnar á tamb, bæði í landskappingini og steypakappingini.


22 ára gamli sviin kom í vetur til B36 úr Varbergs BoIS, sum spældi í bestu svensku deildini í fjør. Hann valdi at flyta til Føroya, tí tað var ein fínur møguleiki at spæla í einari kappingarførari fótbóltsdeild við einari spennandi spæliætlan.


- Eg hevði eitt gott prát við Dan Brimsvík, sum sannførdi meg um, at hetta var eitt skilagott skifti. Upplivingin hevur higartil verið betri enn væntað. Eg trívist væl í Føroyum, og hetta er eitt spennandi felag at vera partur av, sigur hann.


Vilmer hevði frammanundan ikki stórvegis kunnleika til Føroyar ella føroyskan fótbólt, men tað kom í grundini óvart á hann, at umstøðurnar í B36 vóru so góðar.


- Venjaratoymið er fakliga væl fyri, og venjingarnar og taktiska uppleggið eru á høgum støði. Eisini eri eg bilsin av góða stuðlinum, sum vit hava fingið frá okkara mongu áskoðarunum, serliga hesa seinastu tíðina, tá úrslitini á vøllinum ikki hava verið nøktandi, sigur hann.



Liðið setti sær upprunaliga fyri at vera við í meistarastríðnum, men seinastu vikurnar hava úrslitini ikki verið eftir vild. Nú er uppgávan fyrst og fremst at koma aftur á lagið.


- Leikligu avrikini og úrslitini vóru góð og sannførandi fyrstu vikurnar, men fjølbroyttu dygdirnar í spælarahópinum eru ikki komnar nóg væl fram í seinastuni. Hetta hevur verið eitt tungt tíðarskeið, men vit fáa einki burturúr at ganga í døpurhuga. Í hópinum hava vit dugað væl at lagt tað afturum okkum, og ístaðin arbeitt fram ímóti komandi uppgávuni. Hýrurin millum spælararnar er eisini góður. Avrikið sunnudagin var eisini tekin um tað, og vit halda, at vit høvdu betur uppiborið tann dagin, heldur Rönnberg.


Í dag er steypadystur ímóti NSÍ, og nú ræður um at halda fast í góða avrikinum.


- Vit hava møguleikan at løna teimum aftur fyri úrslitið í Runavík, og tað ætla vit so sanniliga eisini, sigur hann.



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page