top of page

Reingerðarfólk til B36 húsið


Fótbóltsfelagið B36 søkir eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum reingerðarfólki at arbeiða 4-6 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt.

 

Arbeiði fevnir um at halda skiftirúm og felagshølir rein.

 

Vit vænta at tú ert

  • álítandi og ábyrgdarfull/ur

  • megnar at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt

  • røkin og arbeiðssom/samur

Vit kunnu bjóða

  • Eitt sjálvstøðugt starv og góðar arbeiðsumstøður

·                 Verða partur av einum góðum felagskapið

 

Arbeitt verður í kvøldvaktum yrkadagar og vikuskiftisdagar.

Lønar- og setanartreytirTann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til forkvinnu felagins. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Súsannu Hansen, næstforkvinna á tlf. 288811.

 

UmsóknirSkrivlig umsókn skal sendast til susanna@b36.fo

FreistUmsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 17. jan. 2024, kl. 12:00.

 


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page