top of page

Nú er Bjarti aftasti skansin

Sunnudagin spældi málverjin Bjarti Vitalis Mørk sín fyrsta skrásetta dyst fyri besta liðið hjá B36. Loksins, freistast onkur kanska at siga, tí umvegurin var langur at umboða felagið, sum altíð hevur staðið honum og familjuni nær.


Evnini vóru longu eyðsýnd, tá hann spældi her eitt skifti sum smádrongur, men hann fór síðan aðrastaðni at spæla. Hann hevði fingið seg royndan í HB, AB, og á ungdómslandsliðum, tá ið hann í vetur vendi aftur til B36, sum langabbi hansara, Mortan, var við til at stovna. Abbi hansara, lítli-Mortan, er framvegis trúfastur sum hjálparfólk, og pápi hansara, Finn, spældi eisini í nøkrum umførum á besta liðnum. Somuleiðis er kanska vert at skoyta uppí, at trímenningur hansara, Rói Mørk Hentze, vardi málið hjá B36 í nøkur ár.


- Skiftið til B36 í vetur komst serliga av, at útlitini fyri spælitíð vóru góð, tá ið Mattias flutti til Danmarkar. Eftir seinasta kappingarár tók eg avgerð um at royna aðrar leiðir, tí eg vildi hava meira spælitíð. Eg prátaði við fólk í og rundan um B36, sum sannførdu meg um, at hetta var rætta stigið og løtan fyri báðar partar, og eg eri sera spentur til hesa avbjóðingina bæði persónliga og ítróttaliga, sigur 22 ára gamli málverjin, sum eisini snoddaði til landsliðið, tá ið landsliðsvenjarin Håkan Ericson sendi boð eftir honum í mars í fjør.



Fyrstu mánaðirnir í B36 hava eisini verið spennandi, læruríkir og mennandi. Málmansvenjarin Hans Jørgensen hevur bæði Bjarta og Silas undir hond, og saman við einum sterkum spælarahópi og góðum venjaratoymi, heldur Bjarti venjingarumhvørvið vera sunt.


- Kappingin um plássini hevur við sær, at tú er noyddur at kýta teg til hvørja venjing og hvønn dyst fyri at fáa pláss á liðnum. Tað ger eisini, at spælararnir kunnu við røttum atburði taka stór fet. Vit hava somuleiðis eitt sera sosialt og persónligt skiftingarrúm, sum gevur eina sterka felagskenslu av teimum málsetningunum, sum vit hava sett fyri hetta kappingarárið, sigur hann.


Í morgin vitja føroyameistararnir úr Klaksvík í Gundadali, og Bjarti og hinir í spælarahópinum bíða spentir eftir fyrsta bríksli klokkan 17.00.


- Liðavrikið á Toftum var bæði sterkt og robust, og vit vilja so avgjørt leggja enn meira omaná. Fyrireikingarnar hava verið góðar. Vit hava hugt nærri at teimum dystarstøðunum, sum riggaðu væl og minni væl á Toftum, og á tann hátt kunnu vit vónandi menna og betra okkara spæl og avrik hvørt vikuskifti.


- Áskoðararnir kunnu helst rokna við einum undirhaldandi dysti við nógvum spentum støðum, tí bæði liðini fara at leggja nógv fyri at vinna dystin. Vit fara í øllum førum at gera okkara besta og arbeiða hart fyri at fáa sigurin í hús, sigur Bjarti Vitalis Mørk.

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page