top of page

Miðvika við Løkin

Longu í annaðkvøld skulu okkara menn aftur í eldin. Hesa ferð á útivølli móti NSÍ


Runavíkingar hava havt eitt sindur skiftandi úrslit fyrstu dystirnar, men við tveimum sigrum á rað hava teir nú blandað seg í liðini beint undir oddinum. Beint ájavnt okkum. Tí er eingin ivi um, at báðir partar fara at leggja nógv fyri til dystin, og vit vita av royndum, at í Runavík er ongan tíð nøkur løtt uppgáva, sum bíðar.

Hinvegin er hon heldur ikki ógjørlig. Kravið er, at allir mans stríðast fyri hvørjum øðrum, og tað ger tað so munandi betri, um vit áskoðarar eisini stríðast fyri liðið. Dysturin í annaðkvøld byrjar klokkan 19.

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page