top of page

Martin og Andrass hava longt sáttmálan

Andrass H. Johansen og Martin Agnarsson hava í dag skrivað undir sáttmálar, sum eru galdandi næsta hálvatríðja árið.

Magni V. Mouritsen kann smílast, nú Martin Agnarsson og Andrass Johansen hava sett undirskrift á nýggjar sáttmálar


Tveir av ungu alvunum hjá okkum hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála. Talan er um 19 ára gamal Andrass Hildibjart Johansen og 17 ára gamla Martin Agnarsson, sum báðir hava bitið seg rættiliga fastar í byrjunaruppstillingina hjá Dan Brimsvík.

Sáttmálarnir, sum eru skrivaðir undir í kvøld, eru báðir galdandi fram til árslok 2023.

- Teir eru báðir partur av ungdómsrbeiðinum hjá B36 og tað er eitt avjørt mál hjá okkum, at vit í størri mun skulu byggja liðið kring okkara egnu spælarar. Hetta eru spælarar, sum hava stórt potentiali, og sjálvt um teir longu hava bitið seg fastar á liðnum, so er framvegis nógv, sum kann leggjast afturat í spælinum hjá teimum, og tí er tað gleðiligt, at vit teir halda fram her hjá okkum í minsta lagi fram til 2023, sigur Dan Brimsvík, sum eisini rósar góða hugburðinum hjá Martini og Andrass.

- Teir hava alla tíðina víst, at teir eru til reiðar at arbeiða hart og gera tað eyka arbeiðið, sum skal til, tá tú vilt røkka tínum málum.

- Vit hava eina miðvísa ætlan um, at vit støðugt skulu menna okkara egnu spælarar. Vit eru sera fegin um, at Andrass og Martin veruliga hava bitið seg fastan á besta mansliðnum, og vit eru ikki minni fegin um, at teir nú hava skrivað undir fram til ársenda 2023, sigur Magni V. Mouritsen, formaður í B36.

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page