top of page

Lukas fer at hjálpa Dan

Lukas Schmedes Enevoldsen verður hjálparvenjari hjá Dan Brimsvík komandi kappingarár.

Seinasta árið hevur hann verið partur av venjaratoyminum hjá Brabrand, sum spælir í triðbestu donsku deildini.


- Sum felag stendur B36 mær nær, og hendan uppgávan, sum nú stóð mær í boði, haldi eg vera bæði spennandi og avbjóðandi, sigur nýggi hjálparvenjarin.


30 ára gamli Lukas Enevoldsen var stinnur verjuspælari hjá okkum í 2021 og 2022. Hann kom úr FC Fredericia, har landsliðsmálverjin Mattias Lamhauge nú er farin at royna seg.

Hann skeyt tvey mál fyri besta mansliðið, sum bæði vóru sera umráðandi og minnilig brotsspørk.


Tað fyrra var, tá hann sum fyrsti skjútti í brotssparkskappingini legði lunnar undir steypasigurin ímóti NSÍ á Tórsvølli í desember 2021, tá vit vissaðu okkum atgongd til evropeiska kapping árið eftir. Hitt var, tá hann skeyt okkum víðari í Evropa við seinasta skotinum í brotssparkskappingini í Gundadali ímóti bosniska Banja Luka.



- Eg gleði meg at arbeiða saman við Dan. Hann er væl fyri taktiskt, og av tí sama eri eg sannførdur um, at eg fari at menna mínar venjaraførleikar hesa tíðina.


- Eitt av mínum íkastum verður tey virðini, sum eisini høvdu týdning fyri meg sum spælara. Tað er serliga, at tað er neyðugt at arbeiða beinhart fyri at røkka ambitiøsum málum. Tá ið vit fara á vøllin at venja, so er tað fyri at menna bæði egnar førleikar og liðið í síni heild. Allir skulu trýstast til at kýta seg, tí góður venjingarhugburður er avgerandi fyri dystaravrikini.


Sum spælari fekk Enevoldsen seg eisini royndan í Brabrand, Kjellerup og Thisted, áðrenn hann flutti til Føroya. Her spældi hann 52 dystir fyri besta mansliðið tey bæði árini, hann var í Føroyum, áðrenn hann takkaði fyri seg á fótbóltsvøllinum og fór undir venjarayrkið.


Leikligu hæddarpunktini í Føroyum vóru steypasigurin í 2021, og evropeiski heimadysturin ímóti bosniska Banja Luka. Tað var kortini við nógvum góðum minnum í viðførinum, at hann fór aftur til Danmarkar fyri einum ári síðan.


- Tað eru nógv fantastisk fólk í felagnum, bæði viðhaldfólk, sjálvboðin og venjarar. Eg hevði eisini ábyrgdina av U17-liðnum hasi árini, og saman skaptu vit nógv góð minnir, sigur hann.


Arbeiðsuppgávan verður nú at vera hjálparvenjari og sokallaður transitiónsvenjari. Tað inniber, at hann skal hava ábyrgdina av menningini av teimum elstu ungdómsspælarunum og búna teir til vaksnamannafótbólt.


Vit ynskja Lukas Enevoldsen hjartaliga vælafturkomnum í Gundadal!

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page