top of page

Jann verður við í 2024

Jann Benjaminsen heldur fram í B36. Hann hevur skrivað undir sáttmála fyri komandi kappingarár.


26 ára gamli toftamaðurin hevur roynst sera væl, síðan hann skifti til B36 í februar í ár.


Avrikini hava verið góð og støðug, og í B36 fegnast vit um, at drúgvi bakkspælarin er fúsur at taka eitt tørn afturat í hvítu troyggjuni.


Jann Benjaminsen hevur higartil spælt 34 dystir og skotið fýra mál fyri B36. Serliga minnilig eru kanska brotssparkið í Wales, tá B36 vann samanlagt á Haverfordwest og spældi seg víðari í triðja umfar í Conference League, og frísparksperlan ímóti 07 Vestur fyri góðum tveimum vikum síðan.



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page