top of page

Hollendskur miðvallari til B36

B36 hevur skrivað sáttmála við Jelle van der Heyden.


Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2024.


28 ára gamli miðvallarin hevur seinasta árið spælt fyri IFK Mariehamn í bestu finsku deildini.

Í fimm ár umboðaði hann hollendska stórfelagið Twente. Tað var í tíðarskeiðnum frá 2014 til 2019. Har spældi hann 34 dystir í Eredivisie, sum er besta fótbóltsdeildin í Hollandi. Í 2019 var hann eisini við til at vinna barndómsfelagið upp úr næstbestu deildini.



Eftir uppflytingina skifti hann til danska Vendsyssel í næstbestu deildini, har hann spældi fýra kappingarár. Í fjør fór hann so til Finnlands at royna seg.


Jelle van der Heyden hevur eisini spælt tríggjar dystir fyri hollendska U21-landsliðið.


Vit ynskja Jelle van der Heyden hjartaliga vælkomnan í Gundadal.


Jelle van der Heyden spældi 34 dystir fyri Twente í bestu hollendsku deildini

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page