top of page

Hetta krevur eina mótreaktión

Stígur er komin í úrtøkuna hjá monnunum, og spælarahópurin er vónbrotin eftir dystin í Runavík í gjár.


Tað ásannar 30 ára gamli Magnus Egilsson, sum sigur, at tað er ongantíð ein einkult orsøk til, at avrikini ikki eru so sannførandi sum ætlað.


- Vit hava sum lið og einstaklingar sett greið mál fyri kappingarárið, og tað er eingin ivi um, at vit vilja meira enn tað, sum vit hava víst. Av tí sama er tað tungt, tá ið tað ikki riggar. Vit gera sum heild ov nógv mistøk, sum tíverri kosta dýrt. Enn er kortini ikki so langt fráliðið, og vit eru ikki úti av meistarastríðnum. Vit vita hinvegin, at hetta er ein greið ávaring, ið krevur eina mótreaktión. Eg ivist heldur ikki í, at reaktiónin kemur hesa komandi vikuna, bæði undir venjing og til komandi dyst, sigur hann.



Uppgávan sunnudagin verður stór. Tá fara menninir í Sarpugerð at spæla ímóti oddaliðnum Víkingi, sum hevur fulla úrtøku eftir fimm landskappingardystir.


- Í Víkingi eru teir sera væl samanspældir, men vit hava fult álit á, at okkara spæliætlan fer at kasta av sær. Í hópinum eru fleiri nýggir spælarar við góðum dygdum, og vit arbeiða miðvíst hvønn dag fyri at fáa samanspælið og samstarvið at rigga til fulnar.


- Hesin hópurin er førur fyri at kappast um meistaraheitið, og vit eru sjálvsagt vónbrotnir av úrtøkuni hesa seinastu vikuna. Liðið hevur fingið sera góðan stuðul, og vit vilja løna áskoðarunum aftur, sigur hann.


NSÍ - B36 1-0 (0-0)

1-0 Klæmint A. Olsen, 57.

B36: Bjarti Vitalis Mørk - Símun Sólheim, Thomas Lillo (Andrias Eriksen, 77.), Vilmer Ronnberg, Magnus Egilsson - Jelle van der Heyden (Mattias Hellisdal, 46.), Andrass Johansen, Anton Søjberg (Carl Mikkelsen, 89.) - Marius Kryger Lindh, Zean Dalügge (Gutti Dahl-Olsen, 77.), Bjarki Nielsen (Hannes Agnarsson, 71.)

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page