top of page

»Grannauppgerðirnar høvdu alt at siga«

Mánakvøldið bresta grannaliðini B36 og HB aftur saman í Gundadali. Og aftur hesaferð er tað í einum oddadysti. Nógv stendur upp á spæl, tí úrslitið verður eftir øllum at døma avgerandi fyri, hvør skal royna at bjóða oddaliðnum úr Klaksvík av restina av kappingini.


Í goymsluni eru ein rúgva av minnisríkum grannadystum, og Klæmint Matras var eisini partur av fleiri teirra. Hann var sannur álitismaður í B36 í nógv ár. Hann spældi á besta mansliðnum árini 2000 til 2014, undantikið hálvtannað ár, og trúgvi bóltvinnarin við tiltikna 22-talinum á bakinum bar altíð hjartað uttan á hvítu spælitroyggjuni, tá ið hann tørnaði út fyri barndómsfelagið. Hann var onkutíð spurdur, hví hann ongantíð fór í annað felag at spæla fótbólt, men svaraði altíð púra greitt, at tá hevði hjartað ikki verið við.



Klæmint Matras, sum spældi 349 dystir og skeyt 24 mál í alt, sigur her frá grannauppgerðunum, sum hann minnist best.


- Grannauppgerðirnar høvdu alt at siga. Tey árini, eg spældi, kappaðust B36 og HB sum oftast um føroyameistaraheitið, og tí var umráðandi at fáa stig í teimum dystunum. Tað vóru eisini ár, har annað av liðunum var aftarlaga á stigatalvuni, men grannadystirnir vóru kortini sum oftast ein tættir dystir, sum kundi fara báðar vegir. Tað, sum var mest umráðandi, var IKKI at tapa dystin, og tað endaði av tí sama ofta við javnleiki.



- Eg minnist fleiri grannauppgerðir. 6-0 sigurin í 2006, og avgerandi dysturin á seinasta leikdegi í 2005, har vit, Skála og HB kundu vinna føroyameistaraheitið í síðsta umfari, vóru serligir. Eg havi eisini hug at draga fram dystin á seinasta leikdegi í 2011, tá ið vit longu høvdu vunnið føroyameistaraheitið. Vit vóru aftanfyri bæði 1-0 og 2-0, men í seinna hálvleiki stríddu vit okkum inn aftur í dystin og vunnu 3-2. FM-ballið var longu byrjað uttanfyri vøllin. Vit vunnu allar grannauppgerðirnar tað árið, so hetta var icing on the cake.



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page