top of page

Fyrstu ferð í Evropa: »Hetta verður kul«

Mikukvøldið fer svenska miðverjutornið Isak Jönsson at spæla í evropeiskari kapping á fyrsta sinni. Og hann dylur ikki fyri, at hann gleðir seg.


- Tað kennist væl loksins at sleppa at spæla í evropeiskari kapping. Hesir dystirnir vóru eisini ein av høvuðsorsøkunum til, at eg skifti til B36 í vetur. Hetta verður kul, sigur hann.



Í januar flutti 24 ára gamli Isak Jönsson úr svenska Trelleborg til Havnar. Hann trívist væl í B36-húsinum. Avrikini og skoðsmálini hava eisini verið góð. Hann hevur verið bæði stinnur og djarvur miðverji.


- Eg eri sera væl nøgdur við tíðina í B36. Eg havi ment meg bæði leikliga og persónliga, og tað kennist eisini væl at vera við til at flyta liðið, sum er í støðugari framgongd. Besta dømið er, at eftir sekstan umfør í landskappingini hava vit bara tvey stig færri enn B36 skavaði saman í alt fjør, vísir hann á.


B36 vann sannførandi í Fuglafirði tann 1. juli, tá landskappingin eisini fór í summarfrí. Fyrireikingarnar til dystin ímóti estiska Paide Linnameeskond hava av somu orsøk verið drúgvari enn vanligt. Tað hevur eisini við sær, at hópurin er serliga væl útborin til hesa uppgávuna.


- Vit hava havt rúmari fyrireikingartíð, sum millum annað ger, at vit hava kunnað vant fleiri ávísar dystarstøður, sum tíðin annars ikki vanliga røkkur til, sigur hann.


Mikukvøldið ræður fyrst og fremst um hjá Isak og hinum í hópinum at vinna eitt gott útgangsstøði undan seinna dystinum, sum verður í Estlandi í næstu viku.


- Áskoðararnir kunnu rokna við einum tøttum dysti. Ætlanin er at fáa tamarhald á dystinum beinanvegin, so tað verða vit, sum stýra dystargongdini, sigur Isak Jönsson.

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page