top of page

Brian er aftur tøkur



Eftir eitt skaðaplágað ár er Brian Jakobsen nú aftur klárur til at berjast um pláss í B36-álopinum


Brian Jakobsen og B36 hava í kvøld skrivað undir sáttmála, sum bindur partarnar í 2022.

Brian kom til okkum í 2019, og har var leingi ein týðandi partur av álopsspælinum hjá okkum. Seinasta partin av 2020 og alt árið í ár hevur hann tó verið darvaður av skaða, og tí hava dystirnir verið fáir í tali.

Í heyst fekk hann eina skurðviðgerð, og nú eru góð líkindi fyri, at kropssterki áleyparin aftur er førur fyri at geva seg tey 100 prosentini, sum vit elska – og sum verjuspælarar hata.

Vit gleða okkum til at síggja Brian tørna út fyri okkum aftur í komandi árinunum.

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page