top of page

Benjamin veit, hvat skal til

Í annaðkvøld er stórdystur í Gundadali. B36 og HB bresta saman í beinleiðis stríði um pláss í hálvfinalunum í kappingini um løgmanssteypið.


- Grannauppgerðirnar eru uttan iva størstu dystirnir í árinum. Dystirnir eru ikki altíð so væl spældir, men har altíð ein serligur spenningur, og vit vita, at alt kann henda. Serliga í steypadystunum, sigur Benjamin Heinesen flennandi.



Hann hevur fyri tað mesta góðar royndir við HB í steypakappingini. Fyri skjótt fimm árum síðan var hann annar av teimum báðum, sum vóru vístir av vølli í dramatisku og minnisríku steypafinaluni, sum B36 við níggju monnum vann á grannunum eftir brotssparkskapping. Árið fyri var hann eisini við frá byrjan, tá Róaldur Jakobsen við tveimum málum skeyt B36 í steypafinaluna. Fyrst við beinleiðis frísparki, og síðan við gyltum skoti úr 72 metrum, tá málverjin hjá HB var frammi móti miðlinjuni. Eisini ta ferðina spældi B36 við níggju monnum.


- Prátið í kaffistovunum í býnum eftir grannauppgerðirnar sigur eisini alt um, hvussu serligir hesir dystirnir eru, heldur Benjamin.


Hann hevur verið við í nógv ár, fyri tað mesta sum vongverji, men nú hevur hann annan leiklut á vøllinum. 27 ára gamli Benjamin Heinesen, sum er farin undir sítt tólvta kappingarár í hvítu troyggjuni, hevur seinastu vikurnar í fleiri førum røkt uppgávuna sum fremsti maður. Fríggjadagin var hann eisini millum málskjúttarnar í sannførandi sigrinum við Stórá.


- Eg havi altíð viljað spælt á teimum framrættaðu plássunum, og nú ber betur til. Eg var illa darvaður av skaða í fjør, samstundis sum Símun Sólheim var sannførandi sum bakkur. Í vetur prátaði eg við Dan og spurdi, um tað bar til at fáa annan leiklut á vøllinum. Tíbetur kom Jann Benjaminsen í hópin um sama mundi. Annars hevði eg helst verið fluttur aftur á bakkin, tá Símun noyddist út við skaða í Norðagøtu í fyrsta umfari, sigur Benjamin brosandi og sipar til, at Jann Benjaminsen varð innskiftur á bakkplássið ta ferðina.


- Persónliga er størsti munurin, at eg kann nú í størri mun átaka mær uppgávuna sum ein av leiðarunum, bæði á vøllinum og uttanfyri. Tað havi eg altíð viljað. Umframt tað, so er eisini øðrvísi at fara til venjing dagin fyri dyst og kenna spenningin í kroppinum, um eg havi avrikað nóg væl hesa vikuna fyri at vera við frá byrjan. Tað er gróthørð og sunn kapping um plássini, og tað dámar mær sera væl, sigur hann.


Benjamin ætlar sær sjálvsagt eisini ein leiklut á vøllinum í morgin. Hann og liðfelagararnir ætla eisini at løna grannunum aftur fyri ósigurin í landskappingini fyrr í ár.


- Eg vænti, at hesin dysturin fer at líkjast dystinum, sum vit spældu fyrr í ár. Hesaferð skulu vit hinvegin vera meira avgjørdir, so tað verða vit, sum stýra bæði spælinum og leikferðini. Vit byggja støðugt uppá, vit menna okkum fyri hvønn dyst, og tað skal eisini síggjast aftur í annaðkvøld, sigur Benjamin Heinesen.

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page