top of page

B36 vitjar ÍF


B36 vitjar ÍF. Jóhann, formaður í Ungdómsnevndini bleiv fyri kortum ringdur upp av Høgna Zakariassen hjá ÍF. ÍF spurgdi, um vit í Ungdómsnevndini og høvðusungdómsvenjarin, Michael kundi koma og greiða frá, hvussu vit gera í B36. Tey halda at vit gera eitt gott arbeiði, og vildi hoyra nærri.

ÍF møtti við uml. 25 fólkum frá Ungdómsnevnd og venjarum. Tað byrjaði við at vit fingu ein góðan døguðrabita. Ímeðan fortaldi Jóhann um, hvat vit gera í Ungdómsnevndini hjá B36 Hvørjar uppgávur vit í Ungdómsnevndini hava ígjørnum eitt ár. Fleiri spurningar vóru, og vit lærdu eisini hvussu ÍF ger. Michael fortaldi, hvat hansara uppgávur eru sum høvðusungdómsvenjari. Eisini vísti Michael Better Coaching fram. Hettar er eitt amboð sum venjarar í B36 brúka at fyrireika venjingar. Eitt fantastist amboð. Michael hevði eisini eina venjing við børnum á vøllinum, í Fløtugerði. Hetta var eitt sera væleyðna kvøld. ÍF vóru sera glað fyri, at vit kundi koma ein túr norður at greiða frá og vísa hvussu vit gera í B36. Og Michael og Jóhann vóru eisini sera væl nøgdir við alt. Vit vóru sera væl mótiknir og føldu at har var áhugi fyri at hoyra, hvat vit gera í B36. Hetta er nakað feleg burdi gjørt meira av - at lært av hvørjum øðrum.



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page