top of page

Av Argjum í Gundadal 

Marius Kryger Lindh hevur skrivað undir sáttmála við B36.


Seinastu tvey árini hevur hann spælt við AB, har hann hevur verið eyðsýndur í framrættaða spælinum.

 

Í fjør, í 2022, spældi Kryger Lindh 20 landskappingardystir og skeyt seks mál. Fyrra hálvár í ár var hann illa plágaður av skaða, men eftir summarsteðgin var hann eisini væl upplagdur.

 

Marius Kryger Lindh er 24 ár og hevur higartil skotið 11 mál í 37 dystum í teimum føroysku kappingunum.



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page