top of page

Andy's heldur fram sum stuðul

Andy Robson Tips og B36 hava longt stuðulsavtaluna í eitt ár afturat. Hetta verður sostatt fjórða árið, at serstaka búmerkið við einglesinum verður á spælitroyggjuni hjá besta mansliðnum.


- Vit eru sera fegin um møguleikan framhaldandi at stuðla mætasta fótbóltsfelagnum í Føroyum, sigur Andy Robson í tíðindaskrivi, sum fyritøkan hevur sent út í dag.


Andy Robson Tips er ein ráðgevandi fyritøka, sum veitir sínum mongu haldarum kring allan heim góð ráð og beinraknar metingar um fótbóltsdystir og kappríðing á Twitter og aðrastaðni. Fyri B36 hevur hendan avtalan verið áhugaverd, tí tað er ein høvuðsorsøk til, at útlendski áhugin fyri felagnum er vaksin munandi hesi seinastu árini.


- Í B36 eru vit sera takksom fyri samstarvið. Upprunaliga høvdu vit ikki ímyndað okkum, at so nógv fólk í Bretlandi fóru at vísa okkum og okkara úrslitum so stóran ans, sigur Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36.


Andy Robson Tips hevur javnan skipað fyri ymsum kappingum, har vinningarnir eru eitt breitt úrval av B36-klæðum, og tað kemur eisini ofta fyri, at fólk, sum brúka tænastuna hjá Andy Robson Tips, ferðast til Føroya at stuðla okkara monnum í Gundadali.


- Tey, sum brúka tænastuna hjá Andy Robson Tips eru eisini altíð vælkomin í Gundadal, sigur forkvinnan í B36.



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page