top of page

Aftur í svørtum brókum

Kvinnurnar hava spælt í svørtum brókum í eina tíð, og nú eru menninir eisini farnir í svørt shorts eftir meira enn 20 ár í hvítum brókum. Avgerðina tók forkvinnan Marita Debess Magnussen í vetur.


- Eitt tað fyrsta, ið eg sum forkvinna legði til merkis, var, at B36 ikki hevði ein og sama samleika, tá ið tað kom til búnar. Kvinnurnar spældu í hvítum og svørtum, og menninir spældu í hvítum. Sjálv haldi eg tað vera umráðandi, at eitt felag hevur ein felags samleika, og fyri meg segði tað seg sjálvt, at menninir fóru aftur í hvítt og svart. Fyri meg er B36 hvítt og svart, sigur hon.



B36 hevur í nøkrum førum skift millum samansetingina av teimum báðum litunum. Fyrstu árini eftir stovnanina spældi B36 í svørtum troyggjum og hvítum shortsum, og í 1955 komu sonevndu Arsenal-troyggjurnar, sum vóru svartar við hvítum ermum. Upprunin sigst vera, at B36 valdi sær somu litir sum Arsenal, men visti ikki, at Arsenal spældi í reyðum, tí allar myndirnar vóru svartar og hvítar.


Í sjeytiárunum fór besta mansliðið fyri fyrstu ferð at spæla við lýsingum á búnanum. Av tí sama var spælt í orangelittari troyggju í nøkur ár. Í 1980 var farið aftur til gomlu litirnar, sum vóru svartar troyggjur við hvítum ermum, og longu árið eftir var farið yvir til hvítar spælitroyggjur við svørtum strikum og svørtum brókum. Í 2002 fór mansliðið so at spæla í hvítum brókum, og í meira enn 20 ár hava menninir spælt í hvítum búna.



Broytingin at fara aftur til svørtu brøkurnar hevur fingið góða móttøku, heldur forkvinnan.


- Tað er í øllum førum mín kensla, og viðhaldsfólk hava eisini fegnast um broytingina, so tað eru fleiri við mær, sum halda, at B36 skal vera svart og hvítt, sigur hon.



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page