VIÐTØKUR FELAGSINS 2021
§ 1
Navn og heimstaður
Navn felagsins er B36. Í altjóða høpi er navnið B36 FC Tórshavn. Heimstaður og
tingstaður tess er Tórshavn.
§ 2
Endamál
Høvuðsendamál felagsins er íðkan av fótbóltsleiki, at víðka um kunnleikan og
fimleikan í fótbólti sum ítróttargrein.
§ 3
Limaviðurskifti
1. Ein og hvør kann, við at venda sær til venjarar ella starvsnevndarlimir, gerast
limur í felagnum.
2. Limagjaldið verður ásett av starvsnevndini. Starvsnevndin kann áseta ymiskt
limagjald fyri ymsar limabólkar.
3. Limir, ið eru í eitt ára eftirstøðu við limagjaldinum, hevur starvsnevndin
heimild at strika.
4. Limir, ið ikki halda viðtøkur felagsins ella á annan hátt standa felagnum í
vegin, hevur stjórnin heimild at strika.
§ 4
Fyriskipan
Fyri viðurskiftum felagsins skipa:
-
Aðalfundurin
-
Starvsnevnd
-
Ungdómsnevnd
-
Møguliga aðrar nevndir settar av starvsnevndini
§ 5
Starvsnevnd
Felagið verður stjórnað av starvsnevndini, ið telur 5-8 limir. Starvsnevndin er
viðtøkufør, tá ið 2/3 av starvsnevndarlimunum eru møttir. Allar avgerðir á
starvsnevndarfundi verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta, men stendur á
jøvnum er atkvøða formansins avgerandi. Starvsnevndin skipar seg sjálv við
formanni, næstformanni, skriva og kassameistara.
Stk. 2
Val av starvsnevndarlimum Starvsnevndarlimir verða valdir av aðalfundinum ella
eykaaðalfundinum, soleiðis at tað altíð eru í minsta lagi fýra og í mesta lagi sjey
persónar valdir í starvsnevndina. Umfram hetta hevur Ungdómsnevndin eitt umboð í
starvsnevndini, ið verður valt eftir tilmæli frá Ungdómsnevndini. Starvsnevndarlimir
verða valdir fyri 2 ár, og verða hesir valdir soleiðis, at í minsta lagi tveir limir
annaðhvørt ár og tveir limir annaðhvørt ár.
§ 6
Ungdómsnevnd
Ungdómsnevndin verður vald á felags foreldrafundi um heystið. Í ungdómsnevndina
verða valdir 4 limir. Ungdómsnevndarlimir verða valdir fyri 1 ár í senn.
Ungdómsnevndin vísir til- og hevur felags fíggjarviðurskifti við starvsnevndina.
Ungdómsnevndin skipar seg við einum formanni og einum skrivara.
§ 7
Aðrar nevndir o. l.
Starvsnevndin hevur heimild til at seta nevndir, arbeiðsbólkar, hjálparfólk,
ráðgevarar o. l. at taka sær av pørtum av dagliga virkinum í felagnum.
§8
Peningamál og heimildir
Starvsnevndin hevur øll peningamál um hendi. Allar avtalur so sum sáttmálar við
leikarar, venjarar og starvsfólk, sponsor-, lýsingar- og stuðulsavtalur skulu
góðkennast av starvsnevndini. Nevndin er ikki viðtøkufør uttan at meira enn helvtin
av nevndarlimunum eru á fundi. Felagið verður teknað av formanninum og
kassameistaranum í felag, tó skal aðalfundurin góðtaka veðseting, keyp og sølu av
føstum ognum.
§ 9
Roknskaparárið
Roknskaparárið er frá 1. januar til 31. desember.
§ 10
Aðalfundurin
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Hann verður hildin í seinasta lagi 1.
apríl á hvørjum ári. Fundurin skal lýsast við í minsta lagi 14 daga freist. Mál til
aðalfundin skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi eina viku innan fundin.
Innkomin mál skulu vera til taks fyri limirnar í so góðari tíð, sum tilber. Fyri at vera
viðtøkuførur, skulu minst 18 limir vera møttir til aðalfundin. Eru ikki nóg nógvir limir
møttir, verður boðað til nýggjan aðalfund við somu dagsskrá, og er hesin altíð
viðtøkuførur.
Stk. 2
Á aðalfundinum er dagsskráin fylgjandi:
1. Fundarstjóri verður valdur
2. Formaðurin greiðir frá farna ári
3. Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur
4. Innkomin mál
5. a) Val av starvsnevndarlimum smb. §5
b) Val av grannskoðara
6. Ymiskt
Stk. 3
Við val av starvsnevnd skal skrivlig atkvøðugreiðsla fara fram. Bert limir, ið hava fylt
14 ár og eru til staðar við atkvøðugreiðsluna, hava atkvøðurætt. Valbærur er hvør
limur, sum er myndugur.
Stk. 4
Til allar lógarbroytingar krevst at 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri. Aðalfundurin
avger við vanligum meiriluta, um onnur mál eru av slíkum týdningi, at tey krevja 2/3
av atkvøðunum fyri at verða samtykt.
§ 11
Eykaaðalfundur
Ein meiriluti av starvsnevndini kann kalla til eykaaðalfundar. Annars skal
starvsnevndin kalla til eykaaðalfundar, tá í minsta lagi 12 limir krevja tað, og
samstundis boða starvsnevndini skrivliga frá teimum málum, ið skulu viðgerast.
Stk. 2
Mannagongdin í samband við ein eykaaðalfund er tann sama sum við árliga
aðalfundin.
§ 12
Felagið kann ikki takast av, um 18 limir ynskja at halda áfram.
§ 13
Um so er, at felagið heldur uppat, skulu ognir tess ganga til frama fyri ítróttina.