top of page

Í hvør sítt skýli

Kunning til dystin millum B36 og KÍ fríggjakvøldið



Fríggjakvøldið kemur KÍ á vitjan hjá okkum i Gundadali – og loksins verður tað aftur á Ovara vølli, at vit spæla heimadyst.

Seinastu tíðina hevur korona aftur argað nakað í samfelagnum, og tí er neyðugt at gera eina ávísa uppbýting av áskoðarum.

Heitt verður tí staðiliga á áskoðararnar um at halda seg á hvør sínari langsíðu. B36’arar halda til á síðuni, har felagshús okkara stendur, meðan klaksvíkingar halda til í Betri-skýlinum.

Heitt verður samstundis á áskoðar um at brúka inngongdirnar, ið eru næst við har, tit ætla at sita ella standa til dystin, so sleppast kann undan, at fólk mala kring vøllin.

Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page