top of page

Wood byggir brúgv millum teir bestu og næstbestu

Sunnukvøldið 4. februar í ár setti B36 seg á fyrsta sinni í samband við Martin Wood við

tilboðnum um at taka sær av okkara næstbesta mansliði, og samstundis vera partur av

venjaratoyminum kring besta mansliðið. Tíðin var at síggja til ikki so væl vald. Hann var staddur í Danmark. Dagin eftir hevði hann flogferðaseðil til Manchester, og viðførið var pakkað. Eftir nøkur ár sum ungdómsvenjari í Helsingør ætlaði hann nú at flyta til Onglands, har ein partur av familju hansara heldur til.


- Eg hugsaði eisini sum tað fyrsta, at hatta var sera vánalig timing hjá B36, heldur hann brosandi fyri.


- Meðan eg var í Manchester hevði eg nakrar góðar samrøður við familjuna í Onglandi og B36, og mín niðurstøða var, at hetta var ein spennandi arbeiðsuppgáva. Hetta var rætta stigið at taka, tí eg fekk møguleikan at arbeiða hvønn gerandisdag við vaksnamannaliðum, umframt at sleppa at liva og virka í stórslignu føroysku náttúruni, sigur hann.


Eina viku seinni var 29 ára gamli Martin Wood avmyndaður í B36-húsinum undir liðini á

hjálparvenjaranum Tonny Brimsvík. Hann visti millum lítið og einki um føroyskan fótbólt, tá

hann kom higar, men vónaði at kunna arbeiða í einum spennandi, avbjóðandi og ambitiøsum

venjaraumhvørvi. Og tað slapp hann.


- Tað, sum eg eri í grundini mest bilsin av, er, hvussu nógvir pengar eru í føroyskum fótbólti. Tað er sum útgangsstøði gott, at eitt so lítið samfelag er sinnað at gera so stórar íløgur í

fótbóltskarmarnar her, tí sum støðan er, so slepst ikki undan sterkari fíggjarorku, um stórir

fótbóltsdreymar skulu røkkast.


- Hinvegin havi eg sterkan varhuga av, at raðfestingarnar kundu í mongum førum verið øðrvísi í føroyskum fótbólti sum heild, tí karmarnir eru ikki beinleiðis lagaðir eftir ambitiónunum, pengunum og kvalitetinum, sum eru í føroyskum fótbólti. Skulu føroysk fótbóltslið kappast um at sleppa í evropeisk bólkaspøl, so mugu karmarnir lagast meira til tað. Tað krevur eina greiða strategi frá nevnd niður til einstaka spælaran, har øll eru á somu síðu. Og tann síðan skal vera, at fótbólturin hevur fremstu raðfesting. Øll vita, at tað er trupult og komplekst at røkka stórum fótbóltsúrslitum. Tað krevur dedikation og determination, og tað krevur í onkrum føri eisini, at tú tekur avgerðir, sum tínir grannar ikki dáma og deila á Facebook, sigur hann.



Í Føroyum snýr gerandisdagurin hjá Martin Wood seg ikki um nógv annað enn fótbólt og svøvn. Sum ábyrgdarmaður av eykaliðnum og partur av venjaratoyminum kring besta mansliðið hevur hann nógvar fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.


Mánadag fer hann vanliga undir at greina komandi mótstøðuliðið hjá besta mansliðnum. Hann setur filmsbrot saman, sum vísa ávísar spælifasir hjá mótstøðumonnunum. Tilfarið verður so latið høvuðsvenjaranum. Sama dag er hann eisini við til venjingarnar hjá manshópinum, og mánakvøld spælir U21 vanliga eisini, sum hann eisini stendur á odda fyri.

Týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag er hann við, tá venjaratoymið tosar, kjakast og ráðleggur spæliætlanina fyri komandi dyst, umframt at mongu venjingartímarnir skulu leggjast til rættis og fullførast. Komandi uppgávan hjá næstbesta liðnum skal eisini fyrireikast.


Leygardag er hann á síðulinjuni, tá næstbesta liðið spælur. Og sunnudag situr hann við farteldu á beinkinum, tá besta mansliðið spælur.


- Har hyggi eg eftir dystinum, bæði á vøllinum og á skerminum, sum gevur okkum møguleikan at hyggja nærri at onkrum serligum støðum, umframt at seta onkur dystarbrot saman, sum kunnu geva Dan og Lukas betri fortreytir at stýra og fremja broytingar undir sjálvum dystinum, sigur hann.


- So alt snýr seg um fótbólt. Tað er ein lívstílur. Hugtakið frídagur finst ikki í venjaraorðabókini, og tað trívist eg væl við, sigur hann.


Tað er eisini við sera góðum úrslitum, at Martin Wood hevur stýrt okkara næstbesta liðið í ár. Teir eru oddalið og framvegis ósigraðir eftir tólv dystir.


Venjaratoymið og venjaraarbeiðið er í ár sett saman, so teinurin frá ungdómsdeildini, inn á næstbesta liðið og upp á besta liðið skal vera so smidligur sum tilber. Sjálvur skal Martin arbeiða við at geva ungum talentunum ein spennandi og professionellan gerandisdag, so teir kunnu mennast í einum sunnum kappingarumhvørvi.


- Tað eru fleiri orsøkir til, at tað hevur gingið so væl, sigur hann.


- Her eru nógvir dugnaligir ungir spælarar við fjølbroyttum førleikum. Vit fegnast eisini um, at bæði Rani í Soylu og Rói Hansen, sum hava stuðulsspælarar á næstbesta liðnum, hava fingið seg royndar á besta liðnum í ár. Framtíðin í felagnum er undir øllum umstøðum spennandi, heldur Martin Wood.


Hann vísir á, at fyrstu 11 dystirnar í 1. deild hevur hann brúkt 31 ymiskar spælarar. 20 av teimum eru 20 ár ella yngri. Miðalaldurin hevur higartil verið 22,1, og tað er ungt fyri eitt vaksnamannalið.


- Tey hagtølini gera bara úrslitini higartil enn serligari, heldur hann.

Comentários


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page