top of page

Jákup gevst sum venjari

Nýggjur maður skal stýra besta mansliði okkara, tá vit fara undir dystirnar í steypakappingini

Tað er greitt, at høvuðsvenjari okkara seinastu fýra árini, Jákup á Borg, ikki verður á síðulinjuni, tá vit um knappar tvær vikur spæla móti AB í kappingini um Løgmanssteypið.

Jákup og B36 eru komin ásamt um at enda samstarvið, og tá tann avgerðin varð tikin, helt Jákup sjálvur, at tað rættasta er at steðga alt fyri eitt.

- Eg havi verið venjari í fýra ár. Hetta hava verið fýra fantastisk ár við framúr upplivingum. Vit hava vunnið eina steypafinalu, og bæði í fyrraárið og í ár høvdu vit framúr úrslit í Europa. Hinvegin hava vit ikki megnað at vunnið FM-gullið, hóast tað í fjør var sera nær við, sigur Jákup.

- Eg havi verið sera fegin fyri hesi fýra árini, men eg haldi, at hetta er rætta løtan at gevast. Eg havi altíð vilja felagnum tað besta, og eg vil ikki hava, at mín persónur stendur sum ein forðan fyri víðari menning, sigur Jákup á Borg.

- Jákup hevur seinastu nógvu árini verið ein av ímyndunum hjá B36. Bæði sum spælari og nú eisini sum venjari. Vit hava verið heppin at notið gott av hansara framúr eginleikum sum bæði venjari og persónur, og eg ivist onga løtu í, at Jákup so ella so verður aftur at síggja í felagnum um ikki so langa tíð, sigur Magni Vatnhamar Mouritsen, formaður í B36.





Комментарии


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page