top of page

Vóru nógv betri

Hóast 2-1 ikki ljóðar so sannførandi, so er veruleikin, at vit í dag vóru einar tveir klassar omanfyri B68, og at spenningur ongan tíð var í dystinum



Toftamenn høvdu vunnið fýra dystir á rað, áðrenn teir í dag vitjaðu hjá okkum. Sjálvandi kann altíð tosast um, at mótstøðan var av heldur linara slagnum, men fýri sigrar geva sjálvsálit, og tað vístu toftamenn eiisni í dag. Ikki minst, tá teir fleiri ferðir spældur seg – heldur enn at sparka seg – úr trýstinum hjá okkum.

Og trýstið var hampuliga støðugt. Vit megnaðu fyri tað heilt nógva at halda ferðini har, sum hon eigur at vera, og hóast heilt opni møguleikin ikki kom, so skaptu vit leiri ferðir heilt spentar støður, har tað bara vóru sentimetrar, sum hildu okkum frá málinum.

So væl toftamenn enn stóðu móti trýstinum, so megnaðu teir ikki at hótta okkum, og tí líktist tað einum dysti, har málið til okkum mátti og skuldi koma. Og tað kom tað eisini.

Andrass hevði bóltin mitt fyri, og tá hann sendi djúpt, rann Uros inn um verjuna, og við eini kølnari uttarsíðu legið hann bóltin fram við Róa í málinum.

Restin av hálvleikinum gekk eftir somu premissum, og tað gjørdi seinni hálvleikur eisini. Vit duttu ikki í felluna um at seta ferðina ov langt niður, og hóast gestirnir nú vóru heldur djarvari, so høvdu vit framvegis fult tamarhald á. Tó at vit saknaðu næsta málið.

Miðskeiðis í hálvleikinum fekk Pingel ein snudd, og hóast hann – sum vanligt – royndi at treiskast, so varð hann at enda tikin út fyri Bjarka, og hann brúkti ikki langa tíð um at seta sítt merki á dystin.

Andrass fór avstað í kontra, og beint áðrenn hann varð slaktaður, fekk hann sent Hannes avstað. Innleggið var kanska ætlað til Uros, men tá hann akkurát ikki rakk bóltinum, kom Bjarki skreiðandi, og við síni fyrstu nerting í dystinum økti hann um leiðsluna.

So høvdu vit fult tamarhald á fyri rest, og gestirnir skaptu mest sum einki. Tí var tað meira enn nakað annað irriterandi, tá teir í yvirtíðini minkaðu um munin. Tað broytti ikki um úrtøkuna, sum staðfesti, at trý stig vóru í okkara part, soleiðis at vit fyribils hoppaðu upp á bronsuplássið.


B36-B68 2-1 (1-0)

1-0: Uros Stojanov, 27.

2-0: Bjarki Nielsen, 65.

2-1: Karstin Clementsen, 90.


B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas Enevoldsen, Andrias Eriksen (Bjarni Petersen, 75.), Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen (Ragnar Samuelsen, 83.), Mathias Thrane – Sebastian Pingel (Bjarki Nielsen, 64.), Andrass Johansen, Hannes Agnarsson – Uros Stojanov



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page