top of page

Vónbrot á Tórsvølli

Tað gekk ikki eftir bókini, tá 07 Vestur vitjaði hjá okkkum í dag



Við Corona á vitjan var hópurin hjá okkum nakað skerdur, tá vit tóku ímóti 07 Vestur.

Tað tóktist eisini, sum sum ávirkaði fráveran av Thrane sera nógv, men vit roydnu tó støðugt at koyra bóltin runt.

Størsta møguleikan fingu vit eftir lítlum korteri, tá Brian slapp út um málverjan, men onkursegna traðkaði Bjarki í leðurkúlunua, og so rullaði bólturin á stólpan.

Fyri tað nógva var støðan, at vit høvdu bóltin og rullaðu nógv aftur og fram, men avgerandi støðurnar vildu líkasum ikki koma.

Ein av hesum støðunum kom tó, tá gott korter var farið av seinna hálvleiki. Smáspæl hjá okkum endaði við, at Andrass fekk fatur á bóltinum, og úr 13 metrum pløkkaði hann bóltin upp í krókin.

So hildu vit flestu, at nú var leyst og liðugt, men gestirnir vildu tað øðrvísi.

Framvegis høvdu vit tamarhald á tí mesta, og hvørki vit ella gestirnir roknaðu við nakrari útjavnan, men brádliga var tað júst tað, sum hendi. Bjarni lat Sølva Egilsson sleppa framvið, og hóast vinkulin var spískur, so fekk vágamaðurin sent bóltin inn um stólpan til 1-1.

Restina av dystinum royndu vit at trýsta, og fleiri ferðir var talan um góðar støður. Men avgerandi bólturin kom tó ongantíð, og so stóðu vit eftir við bert einum stigi, tá dysturin var av. Og tað gjørdi ikki støðuna betri, at vit seinastu minuttirnar spældu undirmannaðir, eftir at Benjamin fekk reytt.


B36-07 Vestur 1-1 (0-0)

1-0: Andrass Johansen, 62.

1-1: Sølvi Egilsson, 70.


B36: Mattias H. Lamhauge – Benjamin Heinesen, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Martin Agnarsson (Jóhann Jonensen, 85.) – Ragnar Samuelsen, Bárður Olsen – Andrass Johansen, Tobias Christensen, Bjarki Nielsen – Brian Jakobsen (Hugin Samuelsen, 46.)

Gult kort: Ragnar Samuelsen

Reytt kort: Benjamin Heinesen



Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page