top of page

Vitja í Klaksvík í kvøld


Á ungu stigatalvuni er tað oddaliðið, sum vitjar hjá nummar tvey í kvøld

Talan er um ársins fyrsta toppdyst, tá vit í kvøld vitja hjá KÍ í Klaksvík. Sjálvandi er aktuella stigatalvan bert eitt umfar gomul, og tí skal dystarheitið takast við fyrivarni, men talan er um steypavinnarar móti meistarum, og tað eigur at borga fyri einum sonnum braki. Klaksvíkingar vóru flúgvandi í alt fjør, og ivaleyst ætla teir sær ikki at slaka nakað sum helst. Hinvegin vita vit eisini, at vit mangan hava vunnið okkum góð úrslit við Djúpumýru. Og tað ætla vit okkum so sanniliga eisini hesaferð. Dysturin í kvøld byrjar klokkn 19.

Comments


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page