Viborg - B36


Næsti dystur hjá B36 í UEFA Conference League verður mikudagin, tá B36 vitjar danska Superligafelagið, Viborg FF á Viborg Arena.

Tað stendur ein stór og spennandi uppgáva fyri framman hjá B36, sum nú er komin til 3. rundu í Europa. Dystirnir ímóti Viborg eru ásettir at verða mikudagin 3 august kl 18:00, úti - og so "heima" á Tórsvølli týskvøldið 9. august kl 19:00 Nógv hava spurt inn til, hvussu man fær atgongumerkji til dystin í Viborg, sum verður mikudagin kl 18:00. Á heimasíðuni hjá Viborg FF, www.vff.fo er leinkja til hetta.

Viborg hevur eina sektión til útiáskoðarar hjá B36, og higartil eru uml 100 stk seld

P.s. annars eru flogferðaseðlar tøkir hjá Atlantic Airways til Billund týskvøld og heimaftur hósdag

 

FELAGSTÍÐINDI