Úr dagsins leikskrá - Marita Debess Magnussen, forkvinna í B36, skrivar
Kappingarárið 2024 hevur higartil verið spennandi og avbjóðandi.
Hornasteinurin í felagnum er sum altíð at skapa vinnarar í breiðari merking í einum sunnum og stimbrandi ítróttaumhvørvi. Hvønn dag eru okkara mongu góðu og nærløgdu eldsálir á vøllinum og arbeiða við bæði breiddini og teimum bestu, so børnini og ungdómurin skulu kunna mennast sosialt og ítróttaliga, samstundis sum okkara úrmælingar fáa dirvi og førleikar at elta sínar stóru fótbóltsdreymar.
Stóra takk fyri tykkara stóra og avgerandi íkast. Sum nevndarforkvinna fegnist eg stórliga um góðu úrtøkuna. Tit skapa rúm fyri øllum, so okkara ungdómur kennir seg væl, og tit geva teimum avbjóðingar, so okkara ungu kunnu mennast. Hetta er grundarlagið undir okkara strategiska langtíðararbeiði, sum er at vera eitt savnandi, burðardygt og kappingarført fótbóltsfelag, og tað er einki at ivast í, at tað eru góð útlit fyri einari góðari og tryggari framtíð.
Í ungdómsdeildunum eru eisini nógv góð dystarúrslit at vísa á, men tað slepst hinvegin ikki uttanum, at tað er kanska misjavnt, hvussu tað higartil hevur hilnast hjá besta mansliðnum og besta kvinnuliðnum, sum eru okkara sjónligastu umboð úteftir.
Útgangsstøðið er hvør sítt. Kvinnurnar eru undir kønari leiðslu í holt við eina spennandi langtíðarætlan. Arnbjørn Danielsen arvaði ein ungan og óroyndan spælarahóp, tá hann tók við sum venjari í vetur. Tað eru stórir menningarmøguleikar í góðu fótbóltsevnunum í hópinum, og bara hesar seinastu mánaðirnar hava framstigini verið týðilig. Ein av teimum mongu spennandi spælarunum er 21 ára gamla Valborg Østerø, sum aftur hetta vikuskiftið er við í landsliðshópinum hjá landsliðsvenjaranum Signe Pries Andersen. Góðu úrslitini hjá okkara U16 gentum hetta kappingarárið eru eisini tekin um, at ungdómsarbeiðið seinastu árini hevur verið í góðari legu, og at tað vónandi verður ein sunn tilgongd av fleiri ungum og góðum spælarum frameftir.
Menninir spentu bogan í vetur og ætlaðu at kappast um meistaraheitið í ár. Dirvið at seta sær ambitiøs mál halda vit vera umráðandi og sunt, men vansin kann vera, at tað gongur ikki, sum tú ætlar. Og í hesum føri hevur tíverri ikki hilnast so væl, sum vit vónaðu og væntaðu.
Í apríl komu menninir í ringan stima, sum hevur verið trupul at bróta, tí hóast bæði avrikini og hugburðurin hava verið góð fyri tað mesta, so hevur gingið striltið at fylla stigaposan. Úrslitini hava av góðum grundum elvt til, at málsetningurin fyri kappingarárið er broyttur. Nú ræður fyrst og fremst um at vinna okkum evropeiska luttøku næsta ár, og gongst sum vit ætla, so skulu menninir eisini spæla steypafinalu á Tórsvølli tann 2. november. Afturat tí, so er eisini stuttligt og kveikjandi at uppliva, hvussu ungu menninir á næstbesta liðnum við Martin Wood á odda hava tikið øll á bóli higartil.
Tað er kortini í tungum tíðum sum hesum, tá venjaratoymið og mansliðið er undir trýsti, at felagsskapurin skal standa sína roynd. Í B36 hava vit altíð verið før fyri at hildið saman og reist okkum aftur, tá tað hevur rikið ímóti, og sum forkvinna vóni eg, at vit fara øll framhaldandi at viðvirka til, at hesin samleikin og hendan serliga dygdin í B36-húsinum verða varðveitt og ment.
Við góðum stuðli, so ivist eg ikki í, at menninir fara av vøllinum við einari tiltrongdari góðari uppliving í dag. Teir fara í øllum førum at gera sítt, og á áskoðaraplássunum mugu vit gera okkara.
Comments