top of page

Venjareatoymið hjá U7 dreingjum

Í B36 leggja vit stóran dent á at skapa trivnað og góðar venjingarumstøður fyri børn og ung. Ein av fortreytunum fyri at hetta skal virka, eru góðir og nærlagdir venjarar. Vit fegnast tí um at kunna almannakunngera eitt sterkt venjaratoymi til U7 dreingir.

U7 dreingir (føddir í 2014) er ein av teim størru árgangunum í B36. Royndirnar frá fyrr vísa, at tá børn koma í skúlaaldur byrja nógv av teimum eisni at spæla fótbólt. Tí kann væntast, at hesin árgangurin gerst enn størri, og tað kunnu vit bert fegnast um.

Á myndini eru frá vinstru: Dan Dimon Knudsen (hjálparvenjari), Tom Jacobsen (hjálparvenjari), Atli Joensen (hjálparvenjari), Ronnie Thomassen(formaður í ungdómsdeildini), Heini í Skorini (høvðusvenjari) og Áslakur Nesá (hjálparvenjari).


Commentaires


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page