Hetta vikuskiftið er málverjin Valborg Østerø við í landsliðshópinum, sum spælir undankappingardystir til EM næsta ár.
- Tað er ein stórur heiður og stór uppliving at vera partur av landsliðshópinum. Umstøðurnar kring venjingarnar og dystirnar eru góðar, og tær ferðirnar, vit ferðast í onnur lond, er kveikjandi at fáa innlit í fótbóltsmentanina aðrastaðni, sigur hon.
Kvinnulandsliðið er í bólki C3 saman við Montenegro, Grikkalandi og Andorra. Eftir fyrstu tvey umførini, sum vóru spæld í apríl, eru Montenegro og Grikkaland fremst í bólkinum við seks stigum í part. Føroyar og Andorra hava einki stig.
Hesaferð eru báðir dystirnir í Føroyum, og mótstøðuliðini eru Andorra og Grikkaland. Fyrri dysturin verður nú seinnapartin.
- Hetta verða tveir spennandi dystir. Dysturin ímóti Grikkalandi á útivølli var sera javnur, men eitt brotsspark koppaði úrslitið teirra veg. Fyri tveimum árum síðan spældu vit tveir venjingardystir ímóti Andorra, sum vit vunnu 1-0 og 3-1, so eg rokni við tveimum spennandi og tøttum dystum, sigur hon.
Valborg Østerø telist millum royndastu spælararnar á okkara kvinnuliði, hóast hon bara er 21 ár. Hon hevur vart málið hjá okkum síðan 2020, og seinastu tvey árini er hon eisini skrásett fyri fýra landsdystir.
Hon spældi sín fyrsta landsdyst í februar 2022 í venjingardysti ímóti Gibraltar, sum Føroyar vunnu 1-0. Tann seinasti var í apríl í ár, tá hon so vardi málið annan av undankappingardystunum, sum var á útivølli ímóti Grikkalandi. Eyðgerð Mikkelsen úr Víkingi vardi málið hin dystin ímóti Montenegro.
Seinasta vikuskiftið spældi Valborg sín dyst nummar 90 fyri besta liðið hjá B36, tá hon og liðfelagarnir vunnu sannførandi 7-0 á Skála.
- Vit høvdu bóltin fyri tað mesta handan dagin, men tað hevði stóran týdning at fáa trý stig, so vit framvegis hava samband við topp fýra, sigur hon.
Kvinnurnar hava við einum ungum og spennandi hópi lagt nógv afturat spælinum hesar fyrstu vikurnar av kappingini. Framstigini eru týðilig, og framvegis eru stórir menningarmøguleikar í hópinum.
- Vit hava nógvar ungar, raskar og dugnaligar spælarar á liðnum, og vit hava ment okkum nógv í ár, bæði tekniskt og taktiskt, heldur hon.
Valborg og hinar kvinnurnar spæla aftur landskappingardyst komandi vikuskiftið. Tá fara tær til Klaksvíkar at spæla ímóti føroyameistarunum KÍ.
Comments