Sunnudagin er stórur dystur í Gundadali, tá Víkingar koma á vitjan
Eins og vit, so hava Víkingarnir úr Eystur kommunu ætlanir um at spæla við í toppinu av føroyskum fótbólti. Fyrstu umførini hevur tó ikki gingið heilt eftir vil hjá Víkingunum – ikki minst, tí teir á heimavølli máttu leggja rygg til tap móti EB/Streymi.
Hjá okkara monnum hevur byrjanin heldur ikki verið heilt eftir vild, tá vit hava tapt tvær ferðir móti ávíkavist KÍ og HB. Talan var tó í báðum førum um tepur tap, har marginalarnir ikki vóru við okkum. Tað eiga teir at verða fyrr ella seinni, men tað krevur eisini, at vit støðugt arbeiða hart fyri at fáa teir í okkara part.
Og tað krevur eisini, at vit uttan fyri vøllin arbeiða fyri sakini við at koyra á okkara menn. So vónandi verða tað nógv, sum fara í Gundadal sunnudagin, so vit øll í felag kunnu hjálpa til við at fáa trý stig í pottin.
Comentarios