Víðari til 3. rundu í Europa


B36 spældi seg ólavsøkuaftan víðari til 3. rundu í UEFA Conference League.

B36 leikti í hitanum í San Marino ímóti Tre Fiori, og endaði dysturin 0-0.

Og tá fyrri dysturin í Gundadali endaði við 1-0 til okkum, so bleiv greitt, at B36, fyri 3. ferð í søguni, spældi seg víðari til 3. umfar í Europa. Flott avrik av okkara monnum, sum nú skulu møta danska Superligafelagnum, Viborg. Fyrri dysturin verður í Viborg mikudagin 3. august kl 18:00, meðan returdysturin verður á Tórsvølli týskvøldið 9. august kl 19:00

 

FELAGSTÍÐINDI