Vælkomin Jacoba Langgaard

Jacoba Langgard fer at spæla í hvítum í 2021

Talan er um ein sera evnaríkan og royndan leikara, sum í størstan mun hevur stýrt miðvøllinum í sínum omanfyri 150 dystum í bestu deildini. Hon er A-landsliðsleikari, og kemur at styrkja um okkara lið, sum miðvíst bjóðar toppinum av.

Vit gleða okkum at síggja Jacobu á vøllinum fyri B36, og ynskja henni hjartaliga vælkomnari ífelagið.

Formaðurin Magni V. Mouritsen við Jacobu Langgaard

 

FELAGSTÍÐINDI