B36 hevur í kvøld skrivað undir 2 ára sáttmála við Bjarka Christiansson Nielsen
Bjarki, sum er 22 ára gamal, er uppvaksin í AB, har hann seinnu árini hevur verið ein spennandi framrættaður profilur.
Tað er eisini til kappingina um framrættaðu plássini á liðnum hjá okkum, at Bjarki er ætlaður, og í kvøld hitti hann fyri fyrstu ferð nýggju liðfelagarnar.
– Eitt skifti til just B36 hevur verið í huganum í eina tíð hjá mær. Tað tykist, sum virkar felagsskapurin kring liðið sera góður, og eg gleði meg at verða partur av hópinum, sigur Bjarki.
Og eisini á vøllinum hevur hann avgjørd mál.
– Persónliga vóni eg, at eg megni at bíta meg fastan í hópin og fáa nógva spælitíð, og so er ætlanin avgjørt eisini, at vit í 2021 aftur vinna okkum rættin til europiskan fótbólt, sigur Bjarki
Comentários