top of page

Væl ígongd aftur

Eftir tvungnan corona-steðg tóku okkara menn leikin upp aftur í dag. Og tað gekk bara heilt væl


10 dagar seinni enn ætlað kundu vit í kvøld spæla 26. umfar móti Víkingi.

Óvanliga og kanska óneyðuga tætt er millum hesar báðar seinastu dystirnar hjá okkum, og tí vóru nakrar broytingar at síggja í byrjunaruppstillingini í mun til tað, sum annars verður roknað sum ideal-uppstillingin.

Men sæð yvir ein kamb, so prógvaði hendan rotatiónin bara, at vit hava nógv meira enn 11 spælarar, sum hava uppiborið at byrja inni. Og so hevur Dan ein positivan trupulleika, tá liðið skal setast sunnudagin.

Tað var kanska Víkingur, sum byrjaði dystin betur, og teir vóru hampuliga nógv á okkara hálvu fyrstu løtuna. Onkur hálvgum vandamikil støða spurdist burturúr, og tað rakti hæddina, tá Sølvi Vatnhamar úr spískum bankaði bóltin upp undir tvørtræið, men tíbetur støkk kúlan niður aftur uttan fyri mállinjuna.

Hetta var tó eisini tað seinastas, sum vit sóu til gestirnar undan steðginum. Vit tóku yvir í spælinum, og við einum vøkrum máli legði Hannes okkum á odda, tá hann trekti til vinstra beinið, áðrenn hann sendi bóltin inn av brotsteigarmarkinum.

Og so tóku vit heilt yvir. Ragnar misnýtti stóran møguleika eftir vakurt álop og innlegg frá Andreasi. Magnus økti til 2-0, tá hann fangaði mistak í Víkinga-uppspælinum og tók sakina í egnar hendur. Elegant skotfintaði hann tveir verjuspælarar í einum, og hóast hann – heldur bilsin, kanska – misti fótafestið sjálvur, so megnaði hann at prika bóltin seinasta pettið í meskarnar.

Bjarki hevði gyltan møguleika at økja eftir gott forarbeiði av Pingel, og beint undan steðginum hølvaði Pingel nakrar flísar av tvørtrænum, eftir at hann hevði strítt seg ígjøgnum í høgru.

Tí kundi leiðslan væl verið størri í steðginum, og vit sluppu eisini at arbeiða fyri at verja leiðsluna eftir steðgin.

Nú vóru vit kanska meira afturhaldandi, og hinvegin løgdu Víkingarnir eisini størri trýst á. Fleiri ferðir var vandi á ferð, men í Lukas og Bjarna áttu vit eina sera stinna miðverju, sum aloftast stóð á røttum stað, og við einum tryggum aftasta skansa í Mattias gjørdist tað meira enn trupult hjá gestunum at sleppa til málið, sum kundi skapt spenning.

Vit høvdu hinvegin eisini okkara royndir við kvikum mótálopum, og seinasta korterið var aftur sjónligt, at vit høvdu tamarhald á. Ein stór skeina kom í lakkið, tá Pingel sera ófantaliga varð traðkaður niður, og vónandi er talan ikki um álvarsligan skaða. Men hóast 10 móti 11 seinastu løtuna, so kom leiðslan ikki í vanda.

Úrslitið bar við sær, at vit nú eru framman fyri NSÍ, áðrenn vit sunnudagin skulu spæla seinasta landskappingardystin móti júst runavíkingum. Framvegis er tann dysturin avgerandi fyri seinasta plássið í Europa, men tað er nú altíð gott at vita, at vit hava fyrimunin undan dystinum.


B36-Víkingur 2-0 (2-0)

1-0: Hannes Agnarsson, 23.

2-0: Magnus Holm Jacobsen, 29.

B36: Mattias Lamhauge – Andreas Thomsen, Lukas Enevoldsen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen (Mathias Thrane, 55.), Hákun Edmundsson (Benjamin Heinesen, 68.) – Hannes Agnarsson (Andrass Johansen, 76.), Ragnar Samuelsen, Bjarki Nielsen – Sebastian Pingel

Gult kort: Andreas Thomsen, Mattias Lamhauge

留言


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page