Uros spælir nú í hvítum

Uros Stojanov hevur í kvøld skrivað undir sáttmála fram til kappingarlok 2022


B36 hevur í kvøld skrivað sáttmála við Uros Stojanov.

Serbiski áleyparin hevur í hálvtannað ár spælt við ÍF, og har hevur hann víst seg sum ein sera málfarligan harra, sum hevur skotið 24 mál í 41 dystum fyri fuglfirðingar. Talan er um ein áleypara, sum avgjørt veit, hvar málið stendur, og sum er sterkur kropsliga og í luftspælinum.

Sáttmálin við Uros er galdandi fram til kappingarlok 2022.

 

FELAGSTÍÐINDI