top of page

Uppiborin byrjunarsigur


Toftamenn bardust væl móti okkara spælarum, men tá alt kom til alt, so var talan um uppibornan heimasigur í Gundadali í dag


Ein ivi var um, at vit vóru greiðir favorittar undan dystinum móti B68, nú fyrsta umfar í Betri-deildini anno 2022 stóð á skránni.

Toftamenn vístu skjótt, at teir eisini ætlaðu sær við í dystin, og nógv varð lagt fyri í orkuni í nærdystum.

Tað tók tó ikki nógvar minuttir, áðrenn vit fingu týdningarmikla leiðslumálið.Uppspælið kom í vinstru, har Magnus Egilsson legði hart og neyvt innfyri, og so kavaði Uros niður í ein vakran stútara og beindi kúluna í netið.

Vit høvdu aðrar góðar støður eftir hetta, men tað tóktist, sum fingu onkrar dómaraavgerðir okkara menn at flyta fokus eina góða løtu, og tað gav veruliga B68 møguleika at ota seg inn í dystin. Eingin ivi er um, at onkur av hesum avgerðum var heilt merkisverd, men hinvegin er tað ikki nóg gott, at spælarar missa fokus av hesum ávum, og tað er nakað, sum vit bæði eiga og skulu taka við læru av.

Stutt undan steðginum øktu vit tó til 2-0, og aftur var tað Uros, sum stóð fyri málinum. Hesa ferð kom uppspælið í høgru, har Martin sendi innfyri, og so snaraði Uros fyrst mótstøðumann av sær, áðrenn hann kølið sendi bóltin í meskarnar.

Hetta skuldi givið okkum gott útgangsstøði til seinna hálveik, men heldur tóktist tað, sum komu gestirnir nógv betur út. Vit høvdu onkran kontra, og eina ferð var Uros bara eitt skógvanummar frá at skjóta hattrick og økja til 3-0, men yvirhøvur góvu gestirnir okkum høvuðbrýggj hesa løtuna, og teir minkaðu eisini til 2-1 eftir støðu, sum innskifti Lukasz Cieslewicz átti sín stóra leiklut í.

Tað leikaði hart á eina lítla løtu eftir hetta, men tá vit øktu til 3-1, var leyst og liðugt. Hesa ferð átti Uros uppleggið, tá hann sendi inn um til Andrass, sum úr hálvgum spískum sendi væl framvið Róa Mørk Hentze, og so fór luftin líkasum úr vitjandi liðnum.

Móti dystarenda skiftu vit bæði Mattias Weihe Joensen og Rana Berg í Soylu inn, og teir skuldu ikki brúka nógva tíð at gera vart við seg. Kanska høvdu teir verið eini 15 sekund á vøllinum, tá Mattias royndi seg við stútara, og so kundi Rani við síni fyrstu bóltnerting í Betri-deildini yvirhøvur stýra bóltinum í meskarnar til endastøðuna.

Alt í alt ein fínur sigur fyri okkara viðkomandi. Onkrar skeinur vóru við frustratiónum og gulum kortum, men trý stig eru altíð góð at vinna, og tey vunnu vit trygt, tá alt kom til alt.


B36-B68 4-1 (2-0)

1-0: Uros Stojanov, 3.

2-0: Uros Stojanov, 43.

2-1: Sebastian Lau Nielsen, 64.

3-1: Andrass Johansen, 78.

4-1: Rabi Berg í Soylu, 90.


B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Ragnar Samuelsen (Magnus Holm Jacobsen, 81.), Thor Høholt, Magnus Egilsson (Mattias Weihe Joensen, 90.) – Eli F. Nielsen, Michal Przybylski – Martin Agnarsson (Símun Sólheim, 73.), Andrass Johansen (Rani Berg í Soylu, 89.), Bjarki C. Nielsen – Uros Stojanov (Brian Jakobsen, 82)

Gult kort: Ragnar Samuelsen, Bjarki Nielsen, Magnus Egilsson, Uros Stojanov



Comentarios


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page