Upphiting í Bridge-húsinum

Finaludagur er, og sjálvandi gera vit okkara, so áskoðararnir eru til reiðar, tá dómarin floytar dystin ígongd


Í dag er dagurin, har kappingin um løgmanssteypið skal avgerast. Vit spæla móti NSÍ, og fyri báðar partar er talan um dyst, sum veruliga skal prógva, at vit hoyra heima í toppinum av føroyskum fótbólti. Fótbóltsárið hevur ikki verið eftir vild, og ein partur av avleiðingini er, at B36-húsið er leigað út á degnum. Men fyri tað skulu vit ikki snýtast fyri upphiting! Klokkan 13 lata vit dyrnar upp í Bridge-húsinum. Har verður tónleikur, okkurt gott til búkin og eisini til hálsin, umframt at tónleikur, fan-shop og annað gott er á skránni. Alt við tí felags endamáli, at vit skulu stuðla okkara monnum sum best, tá Eiler Rasmussen floytar finaluna ígongd. Sum sagt, so lata vit dyrnar upp klokkan 13 - so tað er um at vera har!

 

FELAGSTÍÐINDI