Ungdómskvøldini byrja aftur


Komandi týsdag byrja vit aftur við ungdómskvøldunum. Opið verður hvønn týs- og mikudag


B36 fer at skipa fyri ungdómskvøldum í B36-húsinum. Spøl verða tikin fram, playstation tendra, umframt møguleikan fyri at spæla dart, borðfótbólt og borðtennis. Og er nakar Champions league dystur, ja so tendra vit sjónvarpið.

Kioskin verður opin, so man kann keypa okkurt lekkurt.

Vit fara at hava opið hvønn týsdag og mikudag, fyrsta kvøldið verður 22/3. Aldursmark: 17.30-19.30: frá 8 ár 19.30 – 21.30: frá 12 ár (Er Champions League dystur, so endar kvøldið tá dysturin endar, ca 22.00)

Tað er eingin loyna, at eitt felag hevur brúk fyri at øll hjálpa til. Tí fara vit at leggja eitt link út í næstu viku, so tit sum foreldur kunnu melda tykkum til at vera í B36-húsinum hesi kvøld.

Soleiðis kunnu vit øll standa saman um at geva okkara deiliga ungdómi eitt deiligt stað at vera.

Eru spurningar kunnu tit ringja til Rósmari Hessellund 256345. Vit vóna, at tað verður góð undirtøka og at vit fara at fáa nøkur hugnalig kvøld.

 

FELAGSTÍÐINDI