Seinnapartin í gjár vunnu U16 genturnar fyrsta landskappingardystin í ár. Hetta var ein kærkomin sigur, tí tað var fyrsti sigurin hjá U16 gentum síðan 2022.
B36 vann 4-2 á 07 Vestur/MB á Tórsvølli.
Maria Poulsen Hellisdal skeyt trý mál, og Lilja Debes av Teigum skeyt eitt.
Komandi vikuskiftið spæla genturnar inni í Vika á Argjum, har mótstøðuliðið verður AB/B71.
Høvuðsvenjari er Kenneth Hovgaard.
Comments