top of page

U11 toymið hjá dreingjunum formliga sett

Enn eitt venjaratoymi í ungdómsdeildini kann nú almannakunngerðast. Í mun til seinasta ár, har U10 og U11 hjá dreingjunum vandu hvør sær er nú avgjørt at leggja árgangirnar saman. Úrslitið er ein tann størsti árgangurin í felagnum, eins og hetta er fyrstu ferð dreingir fødir í 2010 og 2011 venja saman. Tí er at fegnast um, at tað hevur eydnast at savna eitt sterkt venjaratoymi til at lyfta uppgávuna.

Á myndini eru frá vinstru: Birgir Magnussen (hjálparvenjari), Heidi Lava Elgarsdóttir (høvðusvenjari), Ronnie Thomassen (formaður í ungdómsdeildini), Bárður Olsen (høvðusvenjari), Klæmint Matras (hjálparvenjari) og Áslakur Nesá (hjálparvenjari).


Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page