top of page

Tóku ikki av


Undan steðginum høvdu vit allar møguleikar, men vit megnaðu ikki at seta okkum í góðu støðuna, og so reið tað um snarið, tá Pingel haltaði seg til eitt stig


Tað góða er, at vit enn eru ósigraðir. Móti Víkingi í dag var spælið í longum løtum heilt gott, men vit megnaðu ikki at taka av, tá møguleikin var har.


Tað keðiliga er, at vit hava spælt javnleik tríggjar dystir á rað, og tað kununu verða stig, sum vit sakna, tá talvan verður gjør dupp eina ferð í heyst.


Fyrra hálvleik í dag var talan um einvegis ferðslu. Frá fyrsta minutti herjaðu vit á málið hjá Víkingi, og tað var kanska sigandi, at hjálparfólk okkara máttu skumpa kava burtur í málteiginum hjá Mattias, meðan eingin flykra fekk loyvi at liggja í friði á Víkingahálvuni. Vit settu okkum á tingini frá fyrsta bríksli. Fleiri ferðir var Víkinga-verjan um ein háls av kvikleikanum hjá Hannes, og í hinum borðinum bjóðaði Andrass støðugt av. Tað gav okkum eisini nakrar góðar støður, og hóast heilt opni møguleikin ikki kom, so meira enn bara luktaði tað av einum máli til okkum.


Størsta hendingin í verjupartinum mundi vera, tá eitt argandi innlegg fann vegin móti handara stólpa, men lukkutíð var Mattias vakin og jústaði bóltin burtur. Eftir steðgin vístu gestirnir, at teir vildu meira enn bara at verja. Fleiriri ferðir fangaðu teir okkum í umstillingum, og fleiri ferðir gjørdist tað vandamikið, tá vit mistu bóltin á móstøðuhálvuni, so teir ljósabláu kundu trumla avstað.


Tað gekk eisini galið, tá eitt korter ella so var eftir av dystinum. Hesa ferð slapp ein av gestunum avstað í vinstru, og so kundi Noah Mney senda bóltin í netið. Vit høvdu longu gjørt onkra skifting, og málið noyddi Dan at tveita seinastu trumfirnar á vøllin, men hetta var ikki meira enn gjørt, tá Pingel traðkaði heilt skeivt. Miðáleypari okkara var soleiðis eisini liðugur, men hann valdi at vera á vøllinum og stríðast, og hetta gav eisini úrslit.


Tað var nevnliga Pingel, sum átti útjavnandi málið, tá hann var fyrstur á returi, eftir at ein mest sum leysur Brian hevði roynt seg, og so kundu vit royna at trýsta seinastu løtuna.

Tað var tó um reppið, at gestirnir tóku alt, tá teir í yvirtíðini misnýttu størsta møguleikan í dystinum, men tað hevði væl eisini verið órættvíst, um vit einki fingu fyri ómakin.


Javnleikurin var í minna lagið av tí, sum vit ætlaðu, men skalt tú vinna, so krevur tað eisini, at tikið verður av, tá møguleikin er til staðar. Og tað var í alt ov lítlan mun tikið av í dag.


B36 - Víkingur 1-1 (0-0)

0-1: Noah Mney, 73.

1-1: Sebastian Pingel, 85.


B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas Enevoldsen, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Ragnar Samuelsen, Mattias Thrane – Hannes Agnarsson (Brian Jakobsen, 78.), Tobias H. Christensen (Martin Agnarsson, 74.), Andrass Johansen (Bjarki Nielsen, 64.) – Sebastian Pingel

Gult kort: Mathias Thrane




Post: Blog2_Post

FELAGSTÍÐINDI

bottom of page