Magnus Holm Jacobsen og B36 hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála
Tað er eingin ivi um, at Magnus seinnu árini hevur ment seg til ein týðandi brikk av liðnum hjá okkum, og vit kunnu í dag fegnast um, at stríðsmaðurin hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi fram til árslok 2023.
Magnus hevur annars spælt sær við tankanum um at royna fótbóltseydnuna uttanlands, men hóast onkrar royndarvenjingar hava verið seinastu vikuna, so helt Magnus ikki, at teir møguleikarnir tóktist nóg áhugaverdir.
Hinvegin hevur tað ongan tíð verið nakar ivi um, at heima í Føroyum er tað B36, sum er felagið hjá Magnus, og tí var tað skjótt at fáa undirskriftina upp á pláss, nú uttanlandsævintýrið fyribils varð av ongum.
Comments